Faroe Islands national TV ran the Sahrawi demonstration against oil industry in Western Sahara as main story on its evening news 17 March 2009.
See also story below:
Mótmælisfólk stóðu fyri Thor Omega í Las Palmas
Dagur & Vika
18. mars 2009
Í tríggjar mánaðir hevur føroysk frálandavinna verið í sjóøkinum út fyri hersetta Vestur-Sahara.
Tá Thor Omega í gjár legði at bryggju í Las Palmas á kanarisku oyggjunum, stóðu mótmælisfólk fyri skipinum.
Thor Omega virkar saman við norska seismikkskipinum, Geo Caribbean, í einum hersettum øki. Í 2002 staðfesti ST, at oljuleiting í økinum er í stríð við altjóða fólkarætt. Somu støðu hava bæði norska og danska stjórnin, ið mæla sínum fyritøkum um at halda seg burtur.
Føroyska uttanríkisráðið hevur tó valt ikki at taka nøkur stig hesum viðvíkjandi.
Norska Norwatch skrivar, at marokkanska hersetingarvaldið hevur biðið sína hermegi um at verja føroyska og norska skipið móti frælsisrørsluni í økinum.
Samstundis er eitt annað kent skip sætt har á leiðini. Thor Fish, sum í fjør varð selt til eina fyritøku í Hetlandi, hevur seinastu dagarnar ligið tætt upp at Thor Omega.
Hans Andreas Joensen, stjóri í Thor Offshore, hevur ongar viðmerkingar til málið. Hann váttar fyri Degi og Viku, at Thor Omega framvegis virkar í hersetta økinum, men vil ikki at upplýsa, hvussu leingi skipið skal vera har. Og hann vil heldur ikki at útgreina, hví fyrrverandi Thor Fish nú eisini er har á leiðini.
Marokko hersetti Vestur-Sahara fyri 33 árum síðani. Í eini nýggjari frágreiðing, ið varð almannakunngjørd leygardagin, vísir Amnesty International enn einaferð á ógvusligu brotini á mannarættindi í økinum.
Sahrawi refugees on the Canary Islands yesterday protested against the Norwegian oil search in occupied Western Sahara. They demanded that the project be stopped.
The government of the Faroe Islands supports the Western Sahara people\'s right to self-determination over its natural resources.
Offshore: Thor in Hósvik has ended up in the world spotlight, after it has been known that the company has worked in an area that the whole world is boycotting. The company claims to not have known about the tense situation in the area, and has now no plans to continue in the area. Dimmalaetting (Faeroe Islands), 11 January 2005.